Smyril Line

P/f Smyril Line er føroyskt skipafelag, ið rekur ferðamanna- og fraktskipið Norröna, ið siglur millum Føroya, Danmarkar og Íslands. Fyrr sigldi skipið eisini til Noregs og Hetlands.

Smyril Line varð stovnað 1. november 1982, tá ið ferjan Gustav Vasa varð keypt og umdoypt til Norröna. Skipið byrjaði at sigla ferðafólkasigling í 1983 á somu farleið sum Smyril hevði siglt frammanundan. Í 2003 fekk felagið nýggja ferju, sum eisini var nevnd Norröna og var gamla skipið selt.

Sí eisini

Myndasavn

Keldur

  1. Smyril Line - broytingar ár fyri ár[deyð leinkja]

Uttanhýsis ávísingar