Istanbul (á turkiskum İstanbul) er størsti býurin og týdningarmesti havnabýur Turkalands. Hann var høvuðsstaður landsins, til Ankara gjørdist høvuðsstaður í 1923. Býurin hevur fyrr itið Konstantinopel og áðrenn tað Byzans - hesi nøvn eru ofta brúkt í søguligum keldum.
Istanbul er sermerktur á tann hátt, at hann er bæði í Evropa og Asia. Tað almenna fólkatalið í Istanbul er knappar 17 milliónir, men harafturat eru nógv túsund fólk, sum ikki eru skrásett nakrastaðni.
Víkingar kallaðu Konstantinopel Miklagarð
Istanbul er einasti býur í heiminum, sum er í tveimum heimspørtum. Bosporussund skilur býin sundur í ein evropeiskan og ein ásiatiskan part. Nógvar brýr eru um sundið.
Í Istanbul renna saman gamalt og nýtt, eysturlendskt og vesturlendskt, fagrar moskur og stórir fátækrabýlingar, ið alsamt vaksa.